"The Maestro" er ein visuelt flottur filmur um ein heimleysan mann, sum á okkara leiðum helst hevði verið kallaður løgin, original ella annarleiðis. Filmurin fær meg at hugsað um handan sangin um býarmyndina hjá Una Arge. Filmurin er seks minuttir langur.
"Focus" er ein fimm minuttir langur stuttfilmur, ið við myndum og upplestri lýsir eitt kærleiksparlag, sum tóktist fullkomið, og saknin eftir at tað vísti seg, at tað ikki var tað.
"Things To Do" er eisini ein kærleiksfilmur. Filmurin er um eitt par, sum ikki hevur tað so gott saman. Filmurin er sjey minuttir langur og hevur ein frálíkan enda, sum hevur nakað við filmsheitið at gera.
"Missing Her" er ein vakur sjey minuttir langur stuttfilmur, ið er um ein lítlan asiatiskan drong, sum hevur mist mammu sína, og sum so verður adopteraður av einari vesturlendskari familju.
"Flight" er sjey minuttir langur, og er um ein ungan drong sum verður happaður og av tí sama, droymir hann um at flúgva burtur.
Vinnarin av Tropfest Festival kappingini var "Animal Beatbox", ið er tríggjar minuttir langur og faktiskt bara er tónleikur við animering til. Hetta er kanska festligt, men eg haldi, at onkur av omanfyristandandi filmum ella "The Unspoken" heldur áttu at vunnið.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar