Powered By Blogger

torsdag den 14. april 2011

Vika 11 - 2011: Mini-ummælir - 11 filmar

Filmurin hesa vikuna:


127 Hours
At Danny Boyle dugir at gera film, hevur hann prógva fleiri ferðir fyrr - kanska serliga við "Trainspotting" og "Slumdog Millionaire", men 127 Hours er eisini ein fantastiska góður filmur, ið kanska eisini borðreiður við tí bestu James Franco framførsluni higartil. Hetta er sanna søgan um ein fjallklintrara, sum ein dag er óheppin og dettur og fær armin í klemmu. Soleiðis stendur hann í 127 tímar, inntil hann sleppur leysur uppá ein heldur óhugnaligan máta. Tað er ikki ofta at ein leikstjóri megnar at gera ein film, ið er áhugaverdur allanvegin ígjøgnum, hóast at søgan gongur fyri seg á sama stað so at siga allan filmin ígjøgnum. Tað er sjálvandi hent fyrr, m.a. í einari telefonboks og einari kistu, men her eydnast tað kanska betur enn nakrantíð fyrr. JJJJJL  

Restin av filmunum hesa vikuna: 


Country Strong
Tað eru nógvir áhugaverdir filmar gjørdir um lívið sum tónleikari gjøgnum tíðina. Ofta hava hesir filmar verið bygdir á veruligar hendingar, og seinnu árini hava eitt nú filmar sum "Walk The Line" (um Johnny Cash), "Ray" (um Ray Charles), "Control" (um Ian Curtis úr Joy Division) og "I'm Not There" (um Bob Dylan) verið frammi. Av tí at hesir filmar eru bygdir á veruligar hendingar, so geva teir filminum nakað eyka, av tí at vit kenna persónin filmurin er um, og kunnu relatera til tað vit síggja. Tað eru tó ikki bara biografiskir tónleikafilmar, sum eru útkomnir seinastu árini, ið hava eydnast væl. Síðsta ár útkom frálíki filmurin "Crazy Heart", ið, so vítt eg veit, ikki er bygdur á veruligar hendingar. Ein filmur sum uppá nógvar mátar er minst líka góður sum fleiri av omanfyristandandi. "Country Strong" er (so vítt eg veit) heldur ikki bygdur á veruligar hendingar, og, líkasum "Crazy Heart", er "Country Strong" - eins og heitið eisini leggur upp til - um ein countrytónleikara, hesaferð leikt av Gwyneth Palthrow. "Country Strong" er ein rættuliga typiskur tónleikafilmur, og líkasum flestu filmar av hesum slagi, so viðger hann upp og niðurtúrarnar hjá einum tónleikara. Í hesum filminum eru niðurtúrarnir tó meira nærverandi, meðan tíðin a tindunum mest er nakað hugsað verður aftur á. "Country Strong" er ikki nakar vánaligur filmur, men samanborið við filmar, sum teir ið eru nevndir omanfyri, so er hann tó eitt fitt petti aftanfyri. JJJLLL


Edge of Darkness
Hesin filmurin kom nokk út tíðliga í fjør, so eg eri eitt sindur seinur uppá tað, men her er so eitt mini-ummæli hóast alt. Mel Gibson plagdi at vera ein av mínum yndis sjónleikarum, men tað er ikki nógv man sær ella hoyrir til hansara fyri tíðina. Í seinastuni hevur tað mest verið neilig umtala, sum einki hevur havt við film at gera, ið hevur eyðkent Mel Gibson. "Edge of Darkness" hevur ikki fingið so góða umtalu, men tað fekk "Taken" - ein annar hevndarfilmur, sum á papírinum minnir um "Edge of Darkness" - heldur ikki, og hann dámdi mær heilt væl. Í hesum førinum haldi eg tó, at ummælararnir hava havt grein í sínum máli. Ikki tí, eg haldi ikki at filmurin er beinleiðis vánaligur. Hann er okay, men hetta er ikki ein filmur, sum tú fert at minnist í allar ævir. JJJLLL


Elektra Luxx
Joseph Gordon-Levitt er ein sjónleikari mær dámar stak væl. Fyrstu fer eg legði merki til hansara var í ungdómsfilminum "10 Things I Hate About You", og síðani hevur hann spælt við í fleiri fínum filmum m.a. "Mysterious Skin", "Brick", "The Lookout", "(500) Days of Summer" og "Inception". Eins og í nøkrum av áðurnevndu filmum, so hevur Joseph Gordon-Levitt bert ein hjáleiklut í "Elektra Luxx", og hóast hann spælir væl, so kann hann ikki bjarga filminum frá at vera annað enn ein skjótt gloymdur lættisoppa filmur. Filmurin hevur lítið uppá seg, og er um pornosjónleikarinnuna Elektra Luxx, ið er vorðin við barn og nú arbeiðir sum lærarinna á einum skúla, har hon undirvísir kvinnum í sex og erotikki. Og tað er so at siga tað. Tað hendir okkurt her og har, men einki sum er áhugavert, og einki sum hevur nakað uppá seg. JJLLLL

Engelen
Norski filmurin "Engelen", ið annars nýliga hevur verið at sæð í Havnar Bio í samband við sýningarnar hjá filmsfelagnum Klipp, er ein tragiskur filmur, sum heilt sikkurt ikki kann síggjast, uttan at hann ger okkurt við hvønn einstakan av okkum. Fyri nøkur fer hann at verða ov ræðuligur, og tískil fara hesi helst als ikki at dáma filmin, meðan onnur fara at verða rørd av hesi djúpt tragisku menniskjalagnu, tí soleiðis er veruleikin nú einaferð hjá nøkrum. "Engelen" er um eina unga kvinnu, sum hevur havt ein ringan uppvøkstur, og sum seinni er vorðin heroinmisnýtari. Lea, sum kvinnan eitur, gerst við barn, men hon er ikki førð fyri at taka sær av barninum, og verður tí noydd at burturadoptera barnið..... Stutt sagt er "Engelen" ein áhugaverdur og rørandi filmur, ið heilt víst er verdur at síggja. JJJJLL


Hatchet II
Tað er ongin ivi um, at tað eru langt ímillum snapsirnar, tá tað kemur til ræðufilmar fyri tíðina, og tað er ikki nógv Hatchet II ger fyri at broyta uppá hetta. Ikki tí, fleiri av filmsheimasíðunum eg regluliga lesi, hava róst hesum filminum til skíggini, men sjálvandi hava tað eisini verið fleiri rættuliga neilig ummæli av hesum filminum. Nú havi eg ikki sæð tann fyrra Hatchet filmin, so eg dugi illa at siga, hvussu hesin er í mun til tann fyrra, men sum ræðufilmur yvirhøvur er Hatchet II ikki eitt serliga gott íkast. Søgan er forútsigilig, typisk og uppá nógvar mátar rættuliga býttislig eisini. Sjónleikaraavrikini eru heldur ikki nakað at reypa av, og sum heild virkar tað, satt at siga, sum tað ikki er brúkt serliga nógv tíð uppá filmin. Hetta eru sjálvandi gitingar, men fari eg skeivur, so setur tað bara filmin í enn verri ljós. JLLLLL


Lemmy
Lemmy Kilmister, forsangarin í heavy metal bólkinum Motorhead, er fucking crazy. Sum heilt ungur tók hann orðini "Sex, Drugs & Rock n'Roll" til sín, og í dag, í einum aldri á 65 ár, fer hann - umframt at vera keturoykjari, at brúka nógva tíð uppá telduspøl, at vera vápnasamlari og kríggssøgu kennari - framvegis í song við eini rúgvu av ungum gentum, drekkur eina fløsku av Jack Daniels um dagin og livir og andar fremvegis fyri rokktónleikinum. Nú er Lemmy ikki nøkur vakurleika drottning, men man kann ikki siga annað enn at hann heldur sær væl - alt tikið í betragtning, sum man sigur á góðum donskum. Listin av dugnaligum tónleikarum, sum siga sína hugsan um Lemmy í hesum dokumentarfilminum er langur, og listin av lovandi sagnorðum, teir brúka um hann er enn longri. Millum annað verður tosa við Alice Cooper, Lars Ulrik, James Hetfield, David Grohl, Ice-T og Ozzy Osbourne. Um tær dámar harðan rokktónleik, so er "Lemmy" uttan iva ein áhugaverdur dokumentarfilmur. JJJJLL


Snabba Cash
"Snabba Cash" er triði norðurlenski filmurin, sum filmsfelagið Klipp hevur víst í Havnar Bio seinastu tíðina. Eg veit ikki heilt hví júst "Snabba Cash" er valdur út, men í mun til teir fyrru filmarnar, "Submarino" og "Engelen", so er svenski "Snabba Cash" heilt víst tann veikasti av hesum filmunum. Í mínum hugaheimið er filmurin ikki nógv meira enn ein miðal góður gangstara filmur. Munurin á hesum og t.d. amerikonskum filmum av hesum slagi er stórt sæð bara, at "Snabba Cash" er svenskur. Trý smileys fyri eitt miðal gott filmsupplivilsi. JJJLLL


Submarino
"Submarino" eftir Thomas Vinterbergvar fyrsti norðurlendski filmur av fimm, sum filmsfelagið Klipp valdi at vísa í Havnar Bio herfyri, og av teimum trimum, sum higartil hava verið vístir, so er hann eisini klárt tann besti. Hetta er heldur ikki so løgið, tá hugsað verður um, at filmurin var valdur til ársins norðurlendska film í 2010. Uttanfyri Skandinavia hevur filmurin tó ikki fingið so góð ummæli, sum eg hevði roknað við, og tað er nakað, sum eg slett ikki skilji, tí í mínum hugaheimi er hetta ein tann besti filmurin frá í fjør yvirhøvur. Og fyri at undirstrika júst hvussu góðan eg haldi "Submarino" vera, so kann eg leggja afturat, at eg haldi hann vera á leið líka góðan sum "Festen", ið annars av filmskennarum flest verður mettur at vera høvuðsverkið hjá Thomas Vinterberg. JJJJJL

The Candy Shop
"The Candy Shop" er ein stuttfilmur uppá 30 minuttir, sum veruliga fekk meg at hugsa. Filmurin er gjørdur fyri at gera fólk varug við tann vaksandi trupulleikan viðvíkjandi seksuellari sølu av børnum, og harvið eisini savna pengar inn til arbeiði, ið verður gjørt fyri at steðga hesum. Filmurin sjálvur er tó ikki beinleiðis um seksuella sølu av børnum. Ella tað vil siga, at søgan heldur er ein mynd uppá áðurnevnda. Filmurin er um ein mann, ið lokkar ungar gentur inn í sín bommhandil, fyri síðani at koyra tær í sína bommmaskinu, har tær at enda koma út aftur sum tað mest leskiliga bommi, ein kann hugsa sær. Hetta ljóðar kanska eitt sindur løgið, og tað er tað kanska eisini, men tó haldi eg, at hetta er ein sera sigandi og góður filmur. "The Candy Shop" kann síggjast her. JJJJLL 

Klassikarin hesa vikuna:

The Kid (1921)
Ein ung mamma, ið ikki megnar at breyðføða soninum, setur hann ein dagin á eina tilfeldiga trappu og rímur. Einligi maðurin (Charlie Chaplin) sum býr í húsunum, tekur sær av dreinginum, sum var hann hansara egni, hóast hann sjálvur er blóðfátækur. Tað eru ikki nógvir pengar at tjena sum vindeygaísetari, og fyri at yvirliva fær Chaplin dreingin at bróta vindeygu fyri seg, soleiðis at meira verður at gera. Við tíðini síggja mynduleikarnir at hetta ikki er eitt gott heim fyri dreingin, men maðurin vil hava dreingin, og drongurin vil vera hjá manninum... Hóast "The Kid" er ein svart og hvitur stumfilmur frá 1921, so er hann ein sera góður og rørandi filmur, ið er betri enn nógv at tí sum kemur út tann dag í dag. Var tað ikki fyri eitt heldur býttisligt brot í filminum, sum ongum endamáli tænir (ein dreymur), so hevði eg givið filminum fimm smileys. JJJJLL   

Ingen kommentarer:

Send en kommentar