Powered By Blogger

søndag den 27. marts 2011

Stuttfilmurin hesa vikuna: "Please Say Something" og "The External World"

Leikstjórn: David O'Reilly

David O'Reilly er eitt nýtt navn fyri mær, men seinnu árini hevur hann klára seg ómetaliga væl við sínum animeraðu stuttfilmum. Fyrst við "Please Say Something", ið vann nógvar prísir á ymiskum filmsfestivalum, og seinast við "The External World", ið eisini hevur verið at sæð á filmsfestivalum og enntá vunnið onkran prís.

Tað er eitt sindur ringt, at fáa skil uppá filmarnar hjá honum, og tað er sjálvandi við vilja. David O'Reilly blandar alt millum himmal og jørð saman, loypur í tíð og hvat veit eg. Figurarnir eru ógvuliga fittir og elskuligir, og teir virka rættuliga barnavinarligir. Tó eru filmarnir alt annað enn barnavinarligir, tí her eru bæði banniorð, okkurt seksuelt brot og í "The External World" er enntá eitt brot, har ein genta ger sjálvmorð í einum baðikari.

So um tú hevur hug til nakrar minuttir við annarleiðis teknifilmum, so eru filmarnir hjá David O'Reilly eitt gott boð.

"The External World" kann síggjast her -- JJJJLL

"Please Say Something" kann síggjast niðanfyri. -- JJJJLL

onsdag den 23. marts 2011

Nude Nuns With Big Guns

Nude Nuns With Big Guns

 
Leikstjórnað av: Joseph Guzman

70ára Grindhouse-filmurin hevur seinastu árini havt eina minni endurreisn. Hetta er helst fyrst og fremst Quentin Tarantino (Death Proof) og Robert Rodriguez (Machete) fyri at takka, men aðrir hava eisini bjóða seg fram við blóðugum og erotiskum spenningsfilmum. Ein teirra er Joseph Guzman, sum við sínum næsta filmi, "Nude Nuns With Big Guns", leggur seg øðiliga tætt uppat Robert Rodriguez'sa máta at gera film uppá. Joseph Guzman velur tó at ganga plankan heilt út við at heiðra Grindhouse-boppu-konginum, Russ Meyer, við at gera "Nude Nuns With Big Guns" til ein film við nógv meira seksuellum innihaldi enn hinir Grindhouse-filmarnir sum eru gjørdir í nýggjari tíð. Ella í hvørfall teir kendastu av slagnum.

Tá alt hetta er sagt, so er sannheitin tó tann, at "Nude Nuns With Big Guns" ikki hevur so øðiliga nógv uppá seg. Her er full ferð á allatíð, men søgan hevur tíverri púra einki uppá seg.

Filmurin kann síggjast á CPH PIX festivalinum í Keypmannahavn sum byrjar 14. Apríl. -- JLLLLL

A Serbian Film

A Serbian Film (Srpski film)

Leikstjórn: Srdjan Spasojevic

Eg má viðganga, at eg einans valdi at hyggja eftir A Serbian Film av berðum forvitni. Eg hevði hoyrt, at hetta helst var mest ólekri filmurin nakrantíð, og aftaná at hava sæð hann, ímyndi eg mær, at tað er faktiskt ikki er langt av leið. Filmurin er heilt ræðuliga ólekkur, og fer faktiskt ferð eftir ferð langt yvirum mítt mark. Her er alt frá harðskapi, porno, snuff og pedofili - og als ikki í smáum portiónum, men í ríkiligum máti.

Filmurin er um ein fyrrverandi pornosjónleikara, sum fær eitt tilboð um at gera ein seinasta film, ið er so gott, at hann ikki kann annað enn at taka av. Hetta skuldi hann tó ikki gjørt, tí tað eru tingini skrivað við smáum í sáttmálanum, sum næstu tíðina gera honum lívið til eitt livandi helviti.

Hóast hesin filmurin er so ræðuligur, sum hann er, so hevur hann verið yvirraskandi væl móttikin av ræðufilmsfjepparum. Hann hevur tó sanniliga eisini fingið neiliga umtalu nógvastaðni, og tað er hesum fólkum, leikstjórin hevur roynt at gjørt filmin minni ræðuligan yvirfyri við at siga, at filmurin er ein mynd uppá tað sjúka serbiska samfelagið. Eg havi tó persónliga øðiligt ringt við at síggja hendan filmin settan í samband við nakað sum helst annað, enn ein film sum bert er gjørdur fyri at sjokkera og provokera.

Filmurin kann síggjast á CPH PIX festivalinum í Keypmannahavn sum byrjar 14. Apríl. JLLLLL

Umshini Wam



Leikstjórn: Harmony Korine

Harmony Korine er ein listamaður, sum eg havi stóra virðing fyri. Filmurin "Kids" (1995), ið Harmony Korine skrivaði leikritið til, var ein lítil perla sum rysti filmsheimin, og filmurin "Gummo" (1997), ið var fyrsti filmurin, sum hann leikstjórnaði, var eisini ein sterk filmsuppliving.

Eg havi tíverri ikki sæð teir næstu filmarnar "Julien Donkey Boy" og "Mister Lonely", men nýggjasti spælifilmurin "Trash Humpers", ið var framleiddur í 2009, er eftir mínum tykki ein av teimum ringastu filmunum, eg havi sæð seinnu árini.

Hóast eg síggi ávísar líkheitir millum "Kids", "Gummo" og "Trash Humpers", so er einki at ivast í, at munurin er, at har "Kids" og "Gummo" høvdu eina søgu at siga frá, har hevur "Trash Humpers" einki uppá hjartað.

Tì hevði eg vóna, at nýggi stuttfilmurin, "Umshini Wam", ið júst hevur havt heimsfrumframførðslu á SXSW filmsfestivalinum, fór at verða betri. Men tíverri er hesin filmurin í roynd og veru nógv líkari "Trash Humpers", enn eg hevði vóna.

Filmurin er eitt samarbeiði millum Harmony Korine og tónleikabólkin Die Antwoord. Filmurin er um tey bæði, Ninja og Yo-Landi Vi$$er (úr Die Antwoord), ið koyra runt í hvør sínum koyristóli og keða seg, og tá man keðir seg, so finnur man ofta uppá ymiskt býtt, og í hesum føri kanska enn býttari enn vanligt. Í roynd og veru er tað hetta filmurin heilt einfalt snýr seg um í 16 minuttir, og tað er alt ov keðiligt, einkisigandi og meiningsleyst....

...Men tað er bara mín meining. Tú kanst sjálv/ur síggja filmin ókeypis her -- JLLLLL

mandag den 21. marts 2011

Fish Tank

Fish Tank

Leikstjórnað av: Andrea Arnold

15-ára gamla Mia livir eitt trongt, keðiligt og einsligt lív saman við mammuni og yngru systrini í einum minni enskum býi. Stemningurin í heiminum er alt annað enn góður, og mammuni dámar betur at  ballast og fjasast við mannfólki, enn at taka sær av gentunum. Nýggji sjeikurin hjá mammuni stuðlar Miu í hennara dreymi um at gerast dansarinna, og eitt kvøldið mamman er avdottin, hendir meira enn tað burdi millum tey bæði.

Fish Tank er ein av teimum mest umrøddu bretsku filmunum frá 2010. Hóast hetta, so hevur filmurin ikki klára seg so væl í m.a. USA. Ikki tí, amerikumenn dáma filmar sum hendan. Tað sást m.a. tá indie-filmurin Winter's Bone gjørdist rættuliga kendur síðsta ár og enntá fekk onkra Oscar-tilnevning. Tað eru fleiri líkheitir millum filmar sum Winter's Bone og Fish Tank. Millum annað eru filmarnir báðir um familjur á smærri plássum, sum liva undir trongum korum, og har børnini í stóran mun mugu klára seg sjálvan.

Fish Tank er ein frálíkur filmur, ið eg hjartaliga vil viðmæla øllum við áhuga fyri filmi at síggja. JJJJJL

søndag den 20. marts 2011

Stuttfilmurin hesa vikuna

The Black Hole (2008)

Stuttfilmurin hesa vikuna er bert smáar trýggjar minuttir langur og varð vístur á Cannes Festivalinum í 2009. Tað er ikki so nógv at siga um filmin annað enn at hann er stuttligur, og eftirsum hann bara undir trýggjar minuttir langur, so er hann avgjørt verdur at síggja. JJJJLL

fredag den 18. marts 2011

Bedevilled



Leikstjórn: Chul-soo Yang

Eftir eina strævna tíð á arbeiðsplássinum fer ein ung kvinna úr stórbýðnum, og út á landið at slappa av hjá einari vinkonu úr barnaárunum. Her sær hon, at vinkonan verður eyðmíkt at manninum, sum bæði bukar hana, og hevur kynsliga samveru við øðrum kvinnum í heiminum, meðan hon er til staðar. Tá mistanki eisini verður um, at maðurin misbrúkar dóttrina seksuelt, avgera vinkonurnar at ríma. Maðurin fær tó frænir av hesum og steðgar teimum, áðrenn tær koma ov langt.

Higartil er filmurin frálíkur. Hann er bæði sjokkerandi og hjarnanemandi í senn. Filmurin lýsir hvussu undirtryktar kvinnur hava tað og mugu finna seg í fyri frið skyld. Filmurin lýsir eisini væl, hvussu tøgnin, av ótta, kann valda hjá teimum avvarandi.

Eftir at flýggjanin miseydnast hendir nakað ræðuligt, og herfrá og úteftir skiftir filmurin ham, har hann, frá at verða ein syrgilig og friðarlig søga, verður ein søga um hevnd. Eftir hetta er filmurin ógvuliga brutalur, og er í roynd og veru eitt langt blóðbað. Fyri mítt viðkomandi verður tað ov nógv av tí góða, og tað er synd, tá hugsað verður um, hvussu góður filmurin varð tann fyrsta góða tíman. Samanumtikið haldi eg tó, at hesin Suðurkoreanski filmurin er góður og heilt sikkurt er verður at síggja. JJJJLL

torsdag den 17. marts 2011

Amer

Amer


Leikstjórn:  Helene Cattet & Bruno Forzani

Amer er ein serstakliga løgin og annarleiðis belgiskur spennings og ræðufilmur, sum á ein hátt er eitt sindur í stíl við asiatiskar ræðufilmar. Hetta kemst av, at tað mest sum ongin dialogur er í filminum, og at tað harvið stórtsæð bara eru úttrykk, ljóð og myndir, ið útbreiða óhugnan - og um nakað, so í enn størri mun enn í asiatiskum ræðufilmum.

Amer er ein uppá nógvar mátar rættuliga abstraktur filmur. Tað er ongin beinleiðis søgugongd í filminum, hóast hann kronologiskt fylgir eini kvinnu gjøgnum trý tíðarskeið í hennara lívi. Fyrst tá hon er barn, síðani tá hon er tannáringur, og til seinast tá hon er vaksin. Man fær tó ongantíð at vita, hvat tað í veruleikanum er sum hendir í filminum ella hví. Hetta ljóðar kanska keðiligt og meiningsleyst, men eg haldi, at júst hetta er við til at skapa ein intensitet og spenning, sum annars ikki hevði verið til staðar.

Hesin mátin at gera film uppá liggur nokso langt frá tí, vit eru von at síggja her í Føroyum. Í hvør fall um hugsað verður um hvat verður víst í kringvarpinum ella í Havnar Bio, men eg haldi, at hetta er ein áhugaverdur máti at gera film uppá. Hann krevur serstakliga nógv av fólkunum sum gera filmin, men hann krevur sanniliga eisini nógv av okkum sum sita hesumegin skíggjan. JJJJLL


Aðrir filmar á øðrum enn enskum máli, sum gjørdu um seg í 2010:

Confessions (Japan) JJJJJL
Dogtooth (Grikkaland) JJJJLL
Rare Exports - A Christmas Tale (Finland) JJJLLL
The Secret In Their Eyes (Argentina) JJJJJL
The White Ribbon (Týskland) JJJJLL

tirsdag den 15. marts 2011

Elena Undone



Leikstjórn: Nicole Conn

"Elena Undone" er ein filmur um at verða samkyndur, sum er farin rættuliga stillisliga afturvið borðinum. Hetta kann møguliga hava nakað at gera við, at nógvir pengar ikki hava verið til marknaðarføring av filminum. Í hvør fall sæst tað tíðuliga, at filmurin hevur verið bíligur at framleiða. Við hesum er tó ikki sagt, at ein filmur nýtist at verða illa gjørdur, hóast hann hevur verið bíligur at gera.

"Elena Undone" er um eina kvinnu, Elenu, ið er gift við einum samkomuleiðara og er mamma at tveimum tannáringum. Uttaná sær alt fullkomið út hjá Elenu, men innan í hevur hon eina tóma kenslu. Ein dagin hittir hon kvinnuna Peyton. Tær gerast væl, og fyri fyrstu fer í lívinum er Elena forelskað, men hetta hevur sjálvandi sínar trupulleikar við sær...

Filmsleikstjórar eru ofta komnir sera væl frá at gera filmur um júst hetta evnið. Eitt nú eydnaðist ein filmur sum Brokeback Mountain ómetaliga væl. Hesin filmurin er heldur ikki so galin. Sjónleikararnir spæla væl, og søgan er faktiskt sum heild góð og viðkomandi. Samanuntikið er hesin filmurin tó bert ein miðal góður filmur, og hetta kemur fyrst og fremst av, at filmurin missir flogið ímóti endanum. JJJLLL

Aðrir filmar um hetta evnið:

Boys Don't Cry JJJJLL
Fucking Åmål  JJJJL
Brokeback Mountain JJJJJL
I Love You Philip Morris JJJJLL
Broderskab JJJJLL
The Kids Are Alright JJJJLL

mandag den 14. marts 2011

Stuttfilmurin hesa vikuna: The Unspoken

The Unspoken (Leikstjórn: Jason Van Genderen. 4 min)

Í framtíðini ætli eg at leggja ein stuttfilm út um vikuna. Tann fyrsti verður Australski stuttfilmurin "The Unspoken" eftir Jason Van Genderen. Filmurin er ein vakur seinasti tanki til pápa Jason, ið hevur lungakrabba og liggur fyri deyðanum. Filmurin kom í finaluna á Tropfest festivalinum í Australia í ár, tó uttan at vinna. JJJJJL

søndag den 13. marts 2011

Greenberg

Greenberg

Leikstjórn: Noah Baumback

í 2005 læt Noah Baumback einki minni enn eina indie-perlu úr hondum við filminum The Squid and the Whale. Tá eg hoyrdi, at hansara nýggi filmur, "Greenberg", hevði Ben Stiller í høvuðsleiklutinum, fór eg at ivast í, um Noah Baumback var farin undir at gera plattar Hollywood skemtifilmar. Eftir at hava sæð "Greenberg" er tó einki longur frá veruleikanum. Gott nokk er "Greenberg" ein skemtifilmur, men als ikki í stil við filmar Ben Stiller annars er kendur fyri, sum t.d. "Dodgeball", "Night at the Museum", "Duplex", "The Heartbreak Kid" og "Tropic Thunder", men kanska heldur eitt sindur meira í stíl við ein indie-skemtifilmar sum "The Royal Tenenbaums" ella kanska Adam Sandler filmin "Reign Over Me".

"Greenberg" er um 40 ára gamla timburmannin, Roger Greenberg, ið, eftir at hava sagt nei takk til eina plátukontrakt sum ungur rokktónleikari og uttan nakrantíð at fáa møguleikan aftur, er vorðin sálarliga veikur. Greenberg kemur til L.A. at halda feriu í húsunum hjá beiggjanum, sum sjálvur er farin uttanlanda, og her hittir hann ungu arbeiðsgentuna Florence....

Sum sagt er hetta ein skemtifilmur, men munurin á hesum og nógvum av hinum amerikonsku skemtifilmunum er, at "Greenberg" faktiskt hevur eina søgu, ið hevur nógv meira uppá hjartað enn gjøgnumsnittið av amerikonskum filmum annars. Her er ikki neyðugt, at okkurt yvirdrivið hendir allatíðina, tí her er tað tann einkla søgan, sum førðir filmin fram, ístaðin fyri ein rúgva av óneyðugum og uppátiknum royndum at verða stuttligur. 

Samanumtikið er "Greenberg" ikki ein líka góður filmur sum "The Squid and the Whale", men talan er tó heilt víst um ein góðan film, sum kanska enntá er besti filmurin við einum Ben Stiller høvuðsleikluti til dags dato. JJJJLL 
   

Little Fockers

Little Fockers

Leikstjórn: Paul Weitz

"Little Fockers" er triði filmurin í røðinum um Greg "Gaylord" Focker. Teir báðir fyrru, "Meet The Parents" og "Meet The Fockers", vóru í roynd og veru ikki annað enn tveir undir miðal góðir skemtifilmar, men teir høvdu, um ikki annað, onkra stuttliga løtu her og har. Hesin er tó turrgeldur fyri alt, sum ger ein film áhugaverdan. Filmurin er snøkt sagt hvørki stuttligur ella áhugaverdur á nakran annan hátt, og søgan er líka tunn sum politikkurin hjá miðflokkinum.

Tað kann verða ringt at skilja, hví framúr góðir sjónleikarar sum Robert De Niro (Taxi Driver) og Dustin Hoffman (Kramer vs. Kramer) velja leggja navn til slíkt innantómt undirhald, men sannleikin er tó, at filmar sum hesin helst geva meir í kassan, enn fleiri innihaldsríkir filmar á høgum listarligum støði tilsamans.

Leikstjórin, Paul Weitz, er í heimavølli, tá tað kemur til filmar sum hendan. Hann hevur í roynd og veru bert gjørt lættisoppa filmar áður, men tó er hann fleiri ferðir komin betur frá uppgávuni enn í hesum førðinum. M.a. tá hann gjørdi tann fyrsta "American Pie" filmin og bretska filmin "About a Boy". JLLLLL


Aðrir filmar sum Paul Weitz hevur leikstjórnað:

American Pie JJJJLL
Down To Earth  JLLLLL
About a Boy  JJJLLL
In Good Company  JJJLLL
American Dreamz  JJLLLL

lørdag den 12. marts 2011

Locked Down

Locked Down

Leikstjórn: Daniel Zirilli

Eg minnist ongantíð at hava sæð Vinnie Jones spælt fótbólt, men eg hopi, at hann var ein betri fótbóltsspælari, enn hann nú er sjónleikari. Tíbetur hevur hann ikki so nógvar høvuðsleiklutir, men í fongsulsfilminum "Locked Down" er tað so blivið til ein miðal stóran "bad boy" hjáleiklut. Vinnie Jones er tó ikki tann einasti, man kann skylda uppá í "Locked Down", tí her lugtar av bíligum "straight-to-DVD" b-filmi yvir alla linjuna, og serliga sjónleikaraavrikini eru serstakliga vánalig. "Locked Down" er ein filmur tú lættliga kanst lata fara. JLLLLL

Fongsulsfilmar tú heldur átti at sæð:

The Great Escape (1963) JJJJLL
Escape From Alcatraz (1979) JJJJLL
The Shawshank Redemption (1994) JJJJJJ
Dead Man Walking (1995) JJJJJL
If I Whistle, I Whistle (2010) JJJJLL

torsdag den 10. marts 2011

15 skuffandi filmar frá 2010

Niðanfyri eru nøkur heilt stutt ummæli av filmum, sum eg haldi skuffaðu í 2010. Onkur av filmunum var vístur í biografunum í 2009, men kom tó út á DVD í 2010. Niðanfyristandandi filmar eru ikki endiliga ringastu filmar í 2010, men heldur teir, sum man væntaði sær nakað av og tískil skuffaðu.

A Nightmare on Elm Street

A Nightmare on Elm Street
Líkasum við "Friday the 13th" (ummæli longur niðri), so havi eg ikki sæð teir gomlu "A Nightmare on Elm Street" filmarnar, og nýggja endurinnspælingin er ikki nakað, sum gevur blóð á tonnina at gera tað heldur. JLLLLL

Burlesque

Burlesque
Eg skal viðganga, at eg ikki hyggi so nógv eftir sangleikum, men tað kemur tó fyri, og mær dámar væl sangleikir sum t.d. "The Sound of Music", "Grease", "Jesus Christ Superstar" og "Moulin Rouge!". "Burlesque" kann tó ikki samanlíknast við hesar. "Burlesque" er bara ein sangleikseftirlíkning av filmum sum "Coyote Ugly", "Crossroads" og tílíkum filmum. JJLLLL

Cop Out

Cop Out
Politiskemtifilmar vóru vælumtøktir fyrr, men í dag eru tað kanska ikki so nógvir av slagum, men hesin við m.a. Bruce Willis er so ein. Bara synd at hann skal vera so moðin. Hygg heldur eftir "Lethal Weapon" og "Beverly Hills Cop". JJLLLL

Date Night

Date Night
Á papírinum sá "Date Night" út sum ein, um ikki annað, rímiliga stuttligur filmur, men eisini hesin filmur skuffaði meg nógv. Samanrenningin millum spenning og skemt riggaði serstakliga illa, haldi eg. JJLLLL

Friday the 13th

Friday The 13th
"Friday The 13th" kom gott nokk út í 2009, men DVD-útgávan kom tó út í 2010. Eg havi ikki sæð teir gomlu filmarnar, men hendan endurinnspælingin hevur ikki nógv at bjóða uppá. JJLLLL

Funny People

Funny People
Judd Apatow hevur gjørt fleiri fínar skemtifilmar, eitt nú Superbad og Knocked Up. Hesin er tó ein strika í rokningini hjá Judd Apatow. Og so er tað eisini langtsíðan, at Adam Sandler hevur havt eina góða framførðslu. JJLLLL

Grown Ups

Grown Ups
"Grown Ups" er ein annar skuffandi filmur frá 2010. Eg veit ikki heilt, hvat eg væntaði av honum, men at hann skuldi verða so pínliga vánaligur, tað hevði eg ikki roknað við. JLLLLL 

Iron Man 2

Iron Man 2
Eg eri ikki ein stórur fjeppari av superhetjufilmum, men tann fyrri "Iron Man" filmurin var ein av teimum heilt fáu, sum mær dámar væl. Av tí sama hevði eg roknað við, at tveyarin fór at verða á einari leið. Tað vísti seg tó tíverri, at hann ikki hevði so nógv uppá seg. JJLLLL 

The Karate Kid

Karate Kid
Eg elskaði tann fyrsta "Karate Kid" filmin sum yngri, so tá eg hoyrdi, at hann skuldi endurinnspælast, bleiv eg faktiskt nokso spentur uppá at síggja hann. Sum so ofta við endurinnspælingum, so hevði hesin eisini ógvuliga lítið at bjóða uppá. Hygg heldur eftir tí gamla filminum. JJLLLL

Prince of Persia: The Sands of Time

Prince of Percia
Sum smádrongur plagdi eg onkuntíð at spæla "Prince of Percia" við Commodore 64. Filmurin sum kom út í 2010 burdi tó heldur verið ógjørdur. Tað er synd at síggja ein evnaríkan sjónleikara sum Jake Gyllenhaal brúka síni evnir uppá ein so vánaligan film sum "Prince of Percia", tá ið vit vita hvat hann kann. Hann var jú framúr góður bæði í "Brokeback Mountain", "Zodiac" og "Donnie Darko". JLLLLL

Salt

Salt
"Salt" er kanska tann filmurin, ið skuffaði meg mest í 2010. Ikki tí at hann var verri enn hinir filmarnir nevndir í hesum innleggi, men heldur tí at eg hevði væntað mær so ræðuliga nógv meira av honum. JJLLLL

Scott Pilgrim vs. the World

Scott Pilgrim vs. The World
"Scott Pilgrim vs. The World" er av mongum mettur at verða millum teir bestu filmarnar í 2010. Sjálvur haldi eg, at tað visuella er flott og at tónleikurin er feitur, men tann tunna søgan druknar tíverri í alt ov nógvum "Special Effects". JJLLLL

The A-Team

The A-Team
Heima hjá okkum høvdu vit ikki parabol, tá eg var smádrongur, so eg sá ongantíð sjónvarpsrøðina The A-Team, men tá ið filmurin kom, so helt eg, at tað kundi verið stuttligt at síggja filmin um ikki annað. Eg má tó viðganga, at hann ikki segði mær tað stóra. Men dámar tær action har full ferð er á alla tíð, ja so er The A-Team tó kanska nakað fyri teg. JJLLLL

The Other Guys

The Other Guys
Við sjónleikarum sum Samuel L. Jackson, Eva Mendes, Dwayne "The Rock" Johnson, Mark Wahlberg og Will Ferrell, skuldi man trúð, at "The Other Guys" kundi verið ein góður spenningsskemtifilmur, men sannleikin er, at hetta er ein typiskur og einkisigandi filmur, sum ikki eingang er serliga stuttligur. JJLLLL

Tron Legacy

Tron: Legacy
Tað bleiv nógv tosa um "Tron: Legacy", tá hann kom út. Serliga bleiv tosað um hvussu visuelt flottur filmurin varð, og tað er rætt; tað var hann. Hinvegin skal søgan eisini hava nakað uppá hjartað, og tað hevði hendan tíverri ikki. JJLLLL

onsdag den 9. marts 2011

Smukke Mennesker

Smukke mennesker (Nothing's All Bad)


Leikstjórn: Mikkel Munch-Fals

Áðrenn Mikkel Munch-Fals byrjaði at gera film, var hann ummælari á DR2, har hann, sum tann fyrsti síðan Bogart, megnaði at fáa eina sjónvarpssending við filmsummælum áhugaverda. Eitt er tó at vera ummælari, og nakað heilt annað er at gera film, men at døma eftir hansara fyrsta filmi, "Smukke Mennesker", so hevur Mikkel Munch-Fals avgjørt góð evnir at verða filmsleikstjóri.

"Smukke Mennesker" er samansettur á nakað sama hátt sum filmar sum Crash og 11:14, har man møtir fleiri ymiskum menniskjum í teirra dagliga lívi, men har teirra vegir so við og við flættast saman. "Smukke Mennesker" er tó ein nógv myrkari filmur enn áðurnevndu. Í so máta minnir hann nógv meira um 90'ára filmin "Happiness" eftir Todd Solondz (1998).

Tað er ongin ivi um, at Mikkel Munch-Fals hevur sæð "Happiness", og at hann í stóran mun hevur latið seg inspirerað av honum, bæði hvat viðvíkur søgugongd og karakterútvikling. Heitið á filminum er kanska eitt sindur misvísandi, tí tað kann verða ringt at fáa eyga á tað vakra í lívinum hjá høvuðspersónunum. Heldur tvørturímóti. Aftur her kann samanlíknast við "Happiness", ið ikki hevði skuggan av gleði yvir sær, og hetta hóast eitt so gleðiligt heiti sum "Happiness".

"Smukke Mennesker" vísir lívið hjá fýra ymiskum menniskjum. Einari ungari kvinnu, sum hevur mist annað bróstið vegna bróstkrabba. Einum eldri manni sum alment dámar at vísa fyri sær. Einum ungum dreingi, ið selur seg sjálvan til bæði kvinnur og menn, og einari eldri, einsamari og persióneraði einkju, ið ikki minnir so lítið um høvuðspersónin í Lukas Moodysson stuttfilminum "Bara Pråta Lite" frá 1998.

Hóast Mikkel Munch-Fals teknar eina óvanliga dapra mynd av lívinum, sum er litað av einsemi, sjúku og sálarligum trupulleikum, so letur hann hurðina standa opna fyri einum møguligum glotta. Sum eg segði fyrr í ummælinum, so kann tað verða trupult at fáa eyga á vakurleikan, sum filmsheitið leggur upp til, men eg haldi, at vakurleikin liggur í tankanum um , at hesi menniskju, hóast sálarligar trupulleikar og fysisk brek, eru "Smukke Mennesker" júst líka sum øll onnur. JJJJLL 

Aðrir danskir filmar, sum vóru aktuellir í 2010:


Applaus JJJJLL 
Armadillo JJJJLL 
Broderskab JJJJLL 
Klovn - The Movie JJJJLL 
Submarino JJJJJL 

tirsdag den 8. marts 2011

Kaboom

Kaboom


Leikstjórn: Gregg Araki

Filmurin "Kaboom" hevur fingið góða umtalu á fleiri filmsfestivalum, m.a. á Sundance og Toronto, men eftir at filmurin er útkomin, hava ummælini verið sera blandað.

Tá filmurin byrjar, virkar tað, sum man hyggur eftir einum heilt vanligum ungdómsfilmi, har ungdómar hvør í sínum lagið fokusera uppá skúla, kærleika og sexualitet. Tað gongur tó ikki long tíð, áðrenn man leggur merki til, at okkurt løgið prutlar undir lokinum. Hetta skapar ein syruttan og paranoidan stemning, sum so aftur hevur ein ávísan spenning og forvitni við sær. Spenningurin verður tó ongantíð fríðgivin, tí ímóti endanum av filminum missir leikstjórin ált á gólvið, við einum alt for býttisligum og órealistiskum endaspurti.

Alt í alt er "Kaboom" ein miðal góður filmur, ið tó leingi sá út til at verða heilt góður. JJJLLL 

mandag den 7. marts 2011

The Romantics

The Romantics


Leikstjórn; Galt Niederhoffer

Man kundi kanska verðið freistaður at hildið, at ein filmur við heitinum The Romantics var romantiskur, og hóast The Romantics á mangan hátt er uppbygdur sum ein romantiskur skemtifilmur, so er hann, satt at siga, ikki serliga romantiskur. Gamaní er filmurin bygdur upp rundan um eitt komandi brúdleyp, og so er tað sjálvandi eisini trýkantsdramaði, ið er millum brúðarparið og bestu vinkonu brúðrina, sum samstundis eisini er eksdama brúðgommin.

Navnið á filminum kemur av at vinfólkini hjá brúðarparinum plagdu at kalla seg The Romantics í skúlatíðini. Hví veit man ikki. Tað virkar faktiskt eitt sindur løgið, tí man sær onga romantiska síðu av teimum yvirhøvur. Heldur tvørturímóti virka tey sum nakrir græðir ungdómar, ið ikki bakka fyri einum ordiligum balli við nógvum sprutti, eitt sindur av stoffum og helst einum eingangsknalli.

Hóast filmurin allanvegin byggir upp til eitt brúdleyp sum fer at verða, so er tað ikki nógv, man sær til kærleika. Ístaðin er tað ivin í setur dagsskránna - ivin og so longsulin eftir tí sum einaferð var, og tað er í veruleikanum hetta sum ger filmin - í minsta lagi eitt sindur - áhugaverdan. Endin á filminum er á ein hátt, júst sum man hevði væntað, men so alíkavæl ikki, og hetta er eisini við til at styrkja heildarinntrykkið fyri mítt viðkomandi, hóast eg kann ímynda mær, at onkur kanska kann gerast eitt sindur irriteraður. 

Filmurin hevur fingið øðiliga ring ummæli í USA, men eg má siga, at eg als ikki haldi, at hann er so heilt ræðuligur. Eg haldi faktiskt at hetta er ein miðal góður filmur, sum tó liggur í tí meira forútsigiliga endanum, tá alt kemur til alt. JJJLLL 

-----

Aðrir filmar um brúdleyp:

Bride Wars  JLLLLL 
The Wedding Singer  JJJJLL 
27 Dresses  JJLLLL 
Runaway Bride  JJLLLL 
Se til Venstre, Der Er En Svensker  JJJLLL  

søndag den 6. marts 2011

Wish 143

still image from the short film Wish143



Leikstjórn: Ian Barnes

Undan ársins Oscar-show'ið, hevði eg sæð teir flestu filmarnar, ið høvdu fingið tilnevningar. Tað eru tó altíð onkrir filmar tilnevndir, sum slett ikki eru útkomnir tá show'ið er. Serliga ringt er tað at finna stutt-filmarnar undan Oscar-tiltakinum, men í ár hevði eg sæð ikki minni enn sjey av teimum fimtan, ið vóru tilnevndir í bólkunum "Live-Action Short", "Documentary Short Subject" og "Animated Short."

Ein teirra var "Live-Action Short" tilnevningin Wish 143. 23 minuttir langið filmurin er um 15 ára gamla David, ið hevur krabbamein og bert hevur fáar mánaðir eftir at liva. Ein felagskapur, ið kallast Dreamscape Charity, bjóðar sær at útfylla honum eitt seinasta ynski, sum t.d. ein túr til Disneyland ella at møta Manchester United fótbólsleikarinum Gary Nevelle, men tað einasta David ynskir at royna áðrenn hann doyr er sex.

Hetta ljóðar kanska sum skemt, og filmurin hevur kanska eitt lítið sindur av svørtum skemti undir yvirflátuni, men í tí stóra heila er hetta ein seriøsur og erligur filmur um seinastu tankarnar hjá einum 15 ára gomlum dreingi. JJJJLL 

Filmurin kann síggjast online her.

Aðrir Oscar-tilnevndir stuttfilmar í 2011:

Day and Night JJJJLL 
Let's Pollute JJJJLL
Madagascar, A Journey Diary JJJJLL 
The Gruffalo JJJJLL 
The Lost Thing JJJJLL 
The Warriors of Quigang: The Chinese Willage Fights Back JJJJLL   

lørdag den 5. marts 2011

Freakonomics

Freakonomics


Leikstjórn: Heidi Ewing, Alex Gibney, Seth Gordon, Rachel Grady, Eugene Jarecki og Morgan Spurlock  
Á papírinum ljóðar tað sum eitt útmerkað hugskot at seta fleiri ymiskar dokumentarfilmsleikstjórar saman at gera ein og sama dokumentarfilm, har teir hvør í sínum lagi dekka ymisk evnir úr best-seljara bókini Freakonomics. Serliga tykist tað sum eitt gott hugskot, tá man hugsar um, at hesir leikstjórar áður hava gjørt so góðar dokumentarfilmar sum Super Size Me, King of Kong - A Fistful of Quarters, Jesus Camp og Enron: The Smartest Guys in the Room.

Av eini ella aðrari grund virkar tað endaliga og samlaða úrslitið tó eitt sindur rótutt og uttan ein gjøgnumgangandi reyðan tráð. Helst høvdu tey ymisku segmentini í hesum filminum rigga betur sum einsamallir stutt-dokumentarfilmar, heldur enn ein heil-dokumentariskur filmur í fleiri pørtum.

Samanumtikið er Freakonomics ikki nakar fantastiskur dokumentarfilmur, sjálvt um hann heldur ikki er so heilt galin. Stutt sagt er Freakonomics ein miðal filmur, sum hevði potentiali til at vera nógv, nógv meira enn tað.
J J J L L L


Aðrir dokumentarfilmar nakrir av leiksjórunum aftanfyri Freakonomics hava gjørt:

Super Size Me (2004) JJJJLL 
Enron: The Smartest Guys in the Room (2005) JJJJLL 
Jesus Camp (2006)  JJJJJL 
The King of Kong (2007) JJJJJJ

Uncle Boonmee Who Can Recall His Past Lives

Uncle Boonmee Who Can Recall His Past Lives



Tað er ikki nógv eg veit um filmsleikstjóran Apichatpong Weerasethakul, uttan at hann ger filmar, og at hann er úr Thailandi, men verður hinvegin hugsað um at Thailand ikki vanliga er kent fyri sínar filmar á okkara leiðum, so er tað kanska ikki so løgið, at man ikki kennir so nógv til hansara.

Eg hoyrdi fyrstu fer um Apichatpong Weerasethakul, tá hansara nýggjasti filmur, Uncle Boonmee Who Can Recall His Past Lives, fekk størsta heiður á filmsfestivalinum í Cannes í 2010, har hann varð kosin besti filmur og harvið handaður "Gylta Pálman."

Eftir hetta hevur filmurin gingið sína siðursgongd kring heimin, har ummælarar í flestu førðum hava staðið í køð fyri at geva filminum lovprísandi ummæli. 

Alt hetta hevði við sær, at eg gjørdist rættuliga spentur uppá at síggja filmin. Eg kann tó ikki siga annað enn, at eg gjørdist eitt sindur skuffaður, tá eg endiliga hevði sæð hann. Uncle Boonmee Who Can Recall His Past Lives er tó ikki nakar beinleiðis vánaligur filmur. Faktiskt er talan um ein miðal góðan film, men útfrá tí man frammanundan hevði hoyrt, so stóð hann absolutt ikki mát. Harafturat var filmurin til tíðir eitt sindur langdrigin og keðiligur, og harnæst eitt sindur óskilligur við sínum reinkarnistiska temaði.

Buddistisk lívsáskoðan og trúgvan á reinkarnatiónina fyllir nógv í filminum, sum er um Uncle Boonmee, ið liggur til tað síðsta og minnist aftur á livið - ikki bara tað núlivandi, men eisini lív hann hevur livað undan hesum. Tað er tó ikki tað buddistiska í filminum, sum mær ikki dámar, men heldur  bara at filmurin simpulthen er ov langdrigin og keðiligur.

Filmurin hevði danska biografpremieru einafer seint í 2010, meðan hann fyri kortum er byrjaður at ganga í USA.

JJJLLL