Powered By Blogger

onsdag den 2. marts 2011

Black Swan

Black Swan


Leikstjórn: Darren Aronofsky

Tað er kanska hóskandi at fyrsti filmurin, ið eg ummæli á mínum nýggja bloggi, er filmurin sum eg haldi var tann besti í 2010. Onkur kundi kanska gitt at hesin antin var The Social Network ella The King's Speech, ið helst vóru teir filmarnir sum fingu størstu umtaluna, og tað er eisini rætt, at hetta eru frálíkir filmar, men mín yndisfilmur í 2010 var tó heilt sikkurt Black Swan, sum er leiksjórnaður av Darren Aronofsky.

Darren Aronofsky er annars kendur fyri at hava leikstjórnað filmar sum Requiem for a Dream (2000), The Fountain (2006) og The Wrestler (2008). Hetta eru filmar sum eru rættuliga ólíkir, men sum allir á hvør sín hátt eru heilt góðir, og har er Black Swan einki undantak.

Black Swan er um ungu balletdansarinnuna Ninu Sayers (Natalie Portman), ið hevur fingið høvuðsleiklutin sum dansarinna í leikinum Swan Lake, har hon skal leika tann hvíti svanurin Princess Odette, men sum tíðin nærkast til at leikurin skal framførast henda undarlig ting, og Nina byrjar meira og meira at líkjast svarta svaninum Odile.

Eg veit væl, at ein filmur um eina balletdansarinnu ikki ljóðar nakað serliga spennandi, men veruleikin er tó, at Black Swan faktiskt er ein rættuliga spennandi thrillari, sum við sínum samanrenningum millum veruleika og fantasi krevur rættuliga nógv at hyggjarinum. Og verð ikki bilsin, um tú, eftir at hava sæð filmin, verður noydd/ur at sita ein løtu og hugsa um, hvat tað nú veruliga var sum hendi. Men er tað ikki í veruleikanum júst tílíkir filmar, ið eru teir bestu tá alt kemur til alt?

Sum eitt síðsta ting, kann eg líka leggja afturat, at Natalie Portman júst hevur vunnið ein Oscar, sum besta sjónleikarinna fyri sín leiklut í hesum filminum, og at hetta er nakað, sum eg haldi er fult uppiborið.



---------------

Aðrir Darren Aronofsky filmar:


Requiem for a Dream (2000) - J J J J J L
The Fountain (2006) - J J J J  L L
The Wrestler (2008) - J J J J J L

Ingen kommentarer:

Send en kommentar