onsdag den 23. marts 2011
A Serbian Film
Leikstjórn: Srdjan Spasojevic
Eg má viðganga, at eg einans valdi at hyggja eftir A Serbian Film av berðum forvitni. Eg hevði hoyrt, at hetta helst var mest ólekri filmurin nakrantíð, og aftaná at hava sæð hann, ímyndi eg mær, at tað er faktiskt ikki er langt av leið. Filmurin er heilt ræðuliga ólekkur, og fer faktiskt ferð eftir ferð langt yvirum mítt mark. Her er alt frá harðskapi, porno, snuff og pedofili - og als ikki í smáum portiónum, men í ríkiligum máti.
Filmurin er um ein fyrrverandi pornosjónleikara, sum fær eitt tilboð um at gera ein seinasta film, ið er so gott, at hann ikki kann annað enn at taka av. Hetta skuldi hann tó ikki gjørt, tí tað eru tingini skrivað við smáum í sáttmálanum, sum næstu tíðina gera honum lívið til eitt livandi helviti.
Hóast hesin filmurin er so ræðuligur, sum hann er, so hevur hann verið yvirraskandi væl móttikin av ræðufilmsfjepparum. Hann hevur tó sanniliga eisini fingið neiliga umtalu nógvastaðni, og tað er hesum fólkum, leikstjórin hevur roynt at gjørt filmin minni ræðuligan yvirfyri við at siga, at filmurin er ein mynd uppá tað sjúka serbiska samfelagið. Eg havi tó persónliga øðiligt ringt við at síggja hendan filmin settan í samband við nakað sum helst annað, enn ein film sum bert er gjørdur fyri at sjokkera og provokera.
Filmurin kann síggjast á CPH PIX festivalinum í Keypmannahavn sum byrjar 14. Apríl. JLLLLL
Abonner på:
Kommentarer til indlægget (Atom)
Ingen kommentarer:
Send en kommentar