Leikstjórn: Ian Barnes
Undan ársins Oscar-show'ið, hevði eg sæð teir flestu filmarnar, ið høvdu fingið tilnevningar. Tað eru tó altíð onkrir filmar tilnevndir, sum slett ikki eru útkomnir tá show'ið er. Serliga ringt er tað at finna stutt-filmarnar undan Oscar-tiltakinum, men í ár hevði eg sæð ikki minni enn sjey av teimum fimtan, ið vóru tilnevndir í bólkunum "Live-Action Short", "Documentary Short Subject" og "Animated Short."
Ein teirra var "Live-Action Short" tilnevningin Wish 143. 23 minuttir langið filmurin er um 15 ára gamla David, ið hevur krabbamein og bert hevur fáar mánaðir eftir at liva. Ein felagskapur, ið kallast Dreamscape Charity, bjóðar sær at útfylla honum eitt seinasta ynski, sum t.d. ein túr til Disneyland ella at møta Manchester United fótbólsleikarinum Gary Nevelle, men tað einasta David ynskir at royna áðrenn hann doyr er sex.
Hetta ljóðar kanska sum skemt, og filmurin hevur kanska eitt lítið sindur av svørtum skemti undir yvirflátuni, men í tí stóra heila er hetta ein seriøsur og erligur filmur um seinastu tankarnar hjá einum 15 ára gomlum dreingi. JJJJLL
Filmurin kann síggjast online her.
Aðrir Oscar-tilnevndir stuttfilmar í 2011:
Day and Night JJJJLL
Let's Pollute JJJJLL
Let's Pollute JJJJLL
Madagascar, A Journey Diary JJJJLL
The Gruffalo JJJJLL
The Lost Thing JJJJLL
The Warriors of Quigang: The Chinese Willage Fights Back JJJJLL
The Lost Thing JJJJLL
The Warriors of Quigang: The Chinese Willage Fights Back JJJJLL
Ingen kommentarer:
Send en kommentar