Powered By Blogger

torsdag den 3. marts 2011

Devil

Devil

Leikstjórnað av John Erick Dowdle

Skal man trúgva ummælarunum, so hevur M. Night Shyamalan nógv at skula svara fyri sum leikstjóri. Hansara filmar seinastu árini hava fingið stak vánalig ummæli, og fyri at tað ikki skal vera lygn, so fekk hann tann heldur ivasama heiður, at fáa eina Razzie-virðisløn fyri at verða ringasti leikstjóri í 2010 fyri filmin The Last Airbender, ið annars eisini m.a. bleiv valdur ringasti filmur í 2010.

Tó hevur M. Night Shyamalan ikki bara gjørt vánaligar filmar. M.a. gjørdi hann The Sixth Sense í 1999, ið av mongum er at rokna millum bestu filmarnar í nýggjari filmssøgu.

Spennings og ræðufilmurin Devil hoyrir nokk ikki til teir bestu filmarnar í nýggjari tíð, men hann telist heilt víst heldur ikki millum teir ringastu. Síðst nevnda kann hava okkurt at gera við, at M. Night Shyamalan ikki sjálvur hevur leikstjórnað filmin, men ístaðin hevur fingið John Erick Dowdle til hetta arbeiðið. Tó hevur M. Night Shyamalan sjálvur skrivað søguna og framleitt filmin, og tað kann ikki sigast annað enn, at hann er komin heilt væl frá hesum.

Filmurin er nokso mystiskur, samstundis sum hann er rættuliga intensur, klaustrofobiskur og spennandi.

Leitar tú efter stórari filmslist, so er tað nokk ikki Devil, tú skalt hyggja eftir. Kanst tú hinvegin noyðast við eitt sindur av spenningi, sum er krydraður við einum yvirnáttúrligum temaði, so er tað ikki óhugsandi, at Devil just er nakað fyri teg.

JJJJLL

Filmar sum M. Night Shyamalan m.a. hevur leikstjórnað:

The Village (2004) J J L L L L
Signs (2002) J J J L L L
Unbreakable (2000) J J J L L L
The Sixth Sense (1999) J J J J J L 

Ingen kommentarer:

Send en kommentar