fredag den 18. marts 2011
Bedevilled
Leikstjórn: Chul-soo Yang
Eftir eina strævna tíð á arbeiðsplássinum fer ein ung kvinna úr stórbýðnum, og út á landið at slappa av hjá einari vinkonu úr barnaárunum. Her sær hon, at vinkonan verður eyðmíkt at manninum, sum bæði bukar hana, og hevur kynsliga samveru við øðrum kvinnum í heiminum, meðan hon er til staðar. Tá mistanki eisini verður um, at maðurin misbrúkar dóttrina seksuelt, avgera vinkonurnar at ríma. Maðurin fær tó frænir av hesum og steðgar teimum, áðrenn tær koma ov langt.
Higartil er filmurin frálíkur. Hann er bæði sjokkerandi og hjarnanemandi í senn. Filmurin lýsir hvussu undirtryktar kvinnur hava tað og mugu finna seg í fyri frið skyld. Filmurin lýsir eisini væl, hvussu tøgnin, av ótta, kann valda hjá teimum avvarandi.
Eftir at flýggjanin miseydnast hendir nakað ræðuligt, og herfrá og úteftir skiftir filmurin ham, har hann, frá at verða ein syrgilig og friðarlig søga, verður ein søga um hevnd. Eftir hetta er filmurin ógvuliga brutalur, og er í roynd og veru eitt langt blóðbað. Fyri mítt viðkomandi verður tað ov nógv av tí góða, og tað er synd, tá hugsað verður um, hvussu góður filmurin varð tann fyrsta góða tíman. Samanumtikið haldi eg tó, at hesin Suðurkoreanski filmurin er góður og heilt sikkurt er verður at síggja. JJJJLL
Abonner på:
Kommentarer til indlægget (Atom)
Ingen kommentarer:
Send en kommentar