Leikstjórn: Apichatpong Weerasethakul
Tað er ikki nógv eg veit um filmsleikstjóran Apichatpong Weerasethakul, uttan at hann ger filmar, og at hann er úr Thailandi, men verður hinvegin hugsað um at Thailand ikki vanliga er kent fyri sínar filmar á okkara leiðum, so er tað kanska ikki so løgið, at man ikki kennir so nógv til hansara.
Eg hoyrdi fyrstu fer um Apichatpong Weerasethakul, tá hansara nýggjasti filmur, Uncle Boonmee Who Can Recall His Past Lives, fekk størsta heiður á filmsfestivalinum í Cannes í 2010, har hann varð kosin besti filmur og harvið handaður "Gylta Pálman."
Eftir hetta hevur filmurin gingið sína siðursgongd kring heimin, har ummælarar í flestu førðum hava staðið í køð fyri at geva filminum lovprísandi ummæli.
Alt hetta hevði við sær, at eg gjørdist rættuliga spentur uppá at síggja filmin. Eg kann tó ikki siga annað enn, at eg gjørdist eitt sindur skuffaður, tá eg endiliga hevði sæð hann. Uncle Boonmee Who Can Recall His Past Lives er tó ikki nakar beinleiðis vánaligur filmur. Faktiskt er talan um ein miðal góðan film, men útfrá tí man frammanundan hevði hoyrt, so stóð hann absolutt ikki mát. Harafturat var filmurin til tíðir eitt sindur langdrigin og keðiligur, og harnæst eitt sindur óskilligur við sínum reinkarnistiska temaði.
Buddistisk lívsáskoðan og trúgvan á reinkarnatiónina fyllir nógv í filminum, sum er um Uncle Boonmee, ið liggur til tað síðsta og minnist aftur á livið - ikki bara tað núlivandi, men eisini lív hann hevur livað undan hesum. Tað er tó ikki tað buddistiska í filminum, sum mær ikki dámar, men heldur bara at filmurin simpulthen er ov langdrigin og keðiligur.
Filmurin hevði danska biografpremieru einafer seint í 2010, meðan hann fyri kortum er byrjaður at ganga í USA.
JJJLLL
Ingen kommentarer:
Send en kommentar