Leikstjórna av Todd Philips
Seinnu árini hevur tað víst seg, at verið ógvuliga langt ímillum snapsirnar, tá tað kemur til skemtifilmar, og kanska serliga amerikanskar skemtifilmar. Tað mesta sum er útkomið hevur bert verið tápuligt og barnsligt tvætl, sum ikki ein gongd hevur verið stuttligt. Tó so at okkurt ljóspunkt hevur verið her og har, og eitt teirra var The Hangover frá 2009.
Eg hevði sum so onga trongd til at síggja Due Date, fyrr enn eg byrjaði at hoyra fólk samanlíkna hann við The Hangover og siga, at Due Date var stuttligasti filmurin síðan The Hangover. Hetta gav eisini meining eftirsum at Todd Philips, maðurin ið leikstjórnaði The Hangover, eisini leikstjórnar Due Date.
Men sum so ofta fyrr, so var hype'ið ikki eftirfarandi. Due Date er langtfrá so stuttligur sum The Hangover. Faktiskt so er Due Date júst so plattur, einkisigandi og óstuttligur sum gjøgnumsnittið av amerikonskum skemtifilmum. Har The Hangover var crazy og tordi at royna okkurt nýtt, har er Due Date typiskur og fer beinanvegin av sporðinum við troyttum cliché'um, ið alt for ofta eru uppi at venda.
Harafturat riggar Robert Downey Jr. als ikki sum høvuðsleikari í hesum filminum. Hann virkar óupplagdur og er slett ikki stuttligur. Hinvegin kemur Zack Galifianakis rímuliga væl frá sínari uppgávu.
So í stuttum var Due Date fyri mítt viðkomandi bert enn ein vánaligur amerikanskur skemtifilmur uttan saft og kraft. Vilt tú síggja ein góðan skemtifilm, ið samstundis er rímuliga nýggjur, hygg so heldur eftir The Hangover, tí Due Date er meira spill av tíð enn nakað annað.
J J L L L L
Aðrir Todd Philips filmar:
The Hangover (2009) J J J J L L
School for Scoundrels (2006) J J L L L L
Starsky & Hutch (2004) J J J L L L
Old School (2003) J J J J L L
Road Trip (2000) J J J L L L
Ingen kommentarer:
Send en kommentar