Líkasum við "Friday the 13th" (ummæli longur niðri), so havi eg ikki sæð teir gomlu "A Nightmare on Elm Street" filmarnar, og nýggja endurinnspælingin er ikki nakað, sum gevur blóð á tonnina at gera tað heldur. JLLLLL
Eg skal viðganga, at eg ikki hyggi so nógv eftir sangleikum, men tað kemur tó fyri, og mær dámar væl sangleikir sum t.d. "The Sound of Music", "Grease", "Jesus Christ Superstar" og "Moulin Rouge!". "Burlesque" kann tó ikki samanlíknast við hesar. "Burlesque" er bara ein sangleikseftirlíkning av filmum sum "Coyote Ugly", "Crossroads" og tílíkum filmum. JJLLLL
Politiskemtifilmar vóru vælumtøktir fyrr, men í dag eru tað kanska ikki so nógvir av slagum, men hesin við m.a. Bruce Willis er so ein. Bara synd at hann skal vera so moðin. Hygg heldur eftir "Lethal Weapon" og "Beverly Hills Cop". JJLLLL
Á papírinum sá "Date Night" út sum ein, um ikki annað, rímiliga stuttligur filmur, men eisini hesin filmur skuffaði meg nógv. Samanrenningin millum spenning og skemt riggaði serstakliga illa, haldi eg. JJLLLL
"Friday The 13th" kom gott nokk út í 2009, men DVD-útgávan kom tó út í 2010. Eg havi ikki sæð teir gomlu filmarnar, men hendan endurinnspælingin hevur ikki nógv at bjóða uppá. JJLLLL
Judd Apatow hevur gjørt fleiri fínar skemtifilmar, eitt nú Superbad og Knocked Up. Hesin er tó ein strika í rokningini hjá Judd Apatow. Og so er tað eisini langtsíðan, at Adam Sandler hevur havt eina góða framførðslu. JJLLLL
"Grown Ups" er ein annar skuffandi filmur frá 2010. Eg veit ikki heilt, hvat eg væntaði av honum, men at hann skuldi verða so pínliga vánaligur, tað hevði eg ikki roknað við. JLLLLL
Iron Man 2
Eg eri ikki ein stórur fjeppari av superhetjufilmum, men tann fyrri "Iron Man" filmurin var ein av teimum heilt fáu, sum mær dámar væl. Av tí sama hevði eg roknað við, at tveyarin fór at verða á einari leið. Tað vísti seg tó tíverri, at hann ikki hevði so nógv uppá seg. JJLLLL
Karate Kid
Eg elskaði tann fyrsta "Karate Kid" filmin sum yngri, so tá eg hoyrdi, at hann skuldi endurinnspælast, bleiv eg faktiskt nokso spentur uppá at síggja hann. Sum so ofta við endurinnspælingum, so hevði hesin eisini ógvuliga lítið at bjóða uppá. Hygg heldur eftir tí gamla filminum. JJLLLL
Sum smádrongur plagdi eg onkuntíð at spæla "Prince of Percia" við Commodore 64. Filmurin sum kom út í 2010 burdi tó heldur verið ógjørdur. Tað er synd at síggja ein evnaríkan sjónleikara sum Jake Gyllenhaal brúka síni evnir uppá ein so vánaligan film sum "Prince of Percia", tá ið vit vita hvat hann kann. Hann var jú framúr góður bæði í "Brokeback Mountain", "Zodiac" og "Donnie Darko". JLLLLL
"Salt" er kanska tann filmurin, ið skuffaði meg mest í 2010. Ikki tí at hann var verri enn hinir filmarnir nevndir í hesum innleggi, men heldur tí at eg hevði væntað mær so ræðuliga nógv meira av honum. JJLLLL
Scott Pilgrim vs. The World
"Scott Pilgrim vs. The World" er av mongum mettur at verða millum teir bestu filmarnar í 2010. Sjálvur haldi eg, at tað visuella er flott og at tónleikurin er feitur, men tann tunna søgan druknar tíverri í alt ov nógvum "Special Effects". JJLLLL
The A-Team
Heima hjá okkum høvdu vit ikki parabol, tá eg var smádrongur, so eg sá ongantíð sjónvarpsrøðina The A-Team, men tá ið filmurin kom, so helt eg, at tað kundi verið stuttligt at síggja filmin um ikki annað. Eg má tó viðganga, at hann ikki segði mær tað stóra. Men dámar tær action har full ferð er á alla tíð, ja so er The A-Team tó kanska nakað fyri teg. JJLLLL
The Other Guys
Við sjónleikarum sum Samuel L. Jackson, Eva Mendes, Dwayne "The Rock" Johnson, Mark Wahlberg og Will Ferrell, skuldi man trúð, at "The Other Guys" kundi verið ein góður spenningsskemtifilmur, men sannleikin er, at hetta er ein typiskur og einkisigandi filmur, sum ikki eingang er serliga stuttligur. JJLLLL
Tron: Legacy
Tað bleiv nógv tosa um "Tron: Legacy", tá hann kom út. Serliga bleiv tosað um hvussu visuelt flottur filmurin varð, og tað er rætt; tað var hann. Hinvegin skal søgan eisini hava nakað uppá hjartað, og tað hevði hendan tíverri ikki. JJLLLL
Ingen kommentarer:
Send en kommentar