Leikstjórn: David O'Reilly
David O'Reilly er eitt nýtt navn fyri mær, men seinnu árini hevur hann klára seg ómetaliga væl við sínum animeraðu stuttfilmum. Fyrst við "Please Say Something", ið vann nógvar prísir á ymiskum filmsfestivalum, og seinast við "The External World", ið eisini hevur verið at sæð á filmsfestivalum og enntá vunnið onkran prís.
Tað er eitt sindur ringt, at fáa skil uppá filmarnar hjá honum, og tað er sjálvandi við vilja. David O'Reilly blandar alt millum himmal og jørð saman, loypur í tíð og hvat veit eg. Figurarnir eru ógvuliga fittir og elskuligir, og teir virka rættuliga barnavinarligir. Tó eru filmarnir alt annað enn barnavinarligir, tí her eru bæði banniorð, okkurt seksuelt brot og í "The External World" er enntá eitt brot, har ein genta ger sjálvmorð í einum baðikari.
So um tú hevur hug til nakrar minuttir við annarleiðis teknifilmum, so eru filmarnir hjá David O'Reilly eitt gott boð.
"The External World" kann síggjast her -- JJJJLL
"Please Say Something" kann síggjast niðanfyri. -- JJJJLL
Ingen kommentarer:
Send en kommentar