Leikstjórn: Gregg Araki
Tá filmurin byrjar, virkar tað, sum man hyggur eftir einum heilt vanligum ungdómsfilmi, har ungdómar hvør í sínum lagið fokusera uppá skúla, kærleika og sexualitet. Tað gongur tó ikki long tíð, áðrenn man leggur merki til, at okkurt løgið prutlar undir lokinum. Hetta skapar ein syruttan og paranoidan stemning, sum so aftur hevur ein ávísan spenning og forvitni við sær. Spenningurin verður tó ongantíð fríðgivin, tí ímóti endanum av filminum missir leikstjórin ált á gólvið, við einum alt for býttisligum og órealistiskum endaspurti.
Alt í alt er "Kaboom" ein miðal góður filmur, ið tó leingi sá út til at verða heilt góður. JJJLLL
Ingen kommentarer:
Send en kommentar