Áðrenn Mikkel Munch-Fals byrjaði at gera film, var hann ummælari á DR2, har hann, sum tann fyrsti síðan Bogart, megnaði at fáa eina sjónvarpssending við filmsummælum áhugaverda. Eitt er tó at vera ummælari, og nakað heilt annað er at gera film, men at døma eftir hansara fyrsta filmi, "Smukke Mennesker", so hevur Mikkel Munch-Fals avgjørt góð evnir at verða filmsleikstjóri.
"Smukke Mennesker" er samansettur á nakað sama hátt sum filmar sum Crash og 11:14, har man møtir fleiri ymiskum menniskjum í teirra dagliga lívi, men har teirra vegir so við og við flættast saman. "Smukke Mennesker" er tó ein nógv myrkari filmur enn áðurnevndu. Í so máta minnir hann nógv meira um 90'ára filmin "Happiness" eftir Todd Solondz (1998).
Tað er ongin ivi um, at Mikkel Munch-Fals hevur sæð "Happiness", og at hann í stóran mun hevur latið seg inspirerað av honum, bæði hvat viðvíkur søgugongd og karakterútvikling. Heitið á filminum er kanska eitt sindur misvísandi, tí tað kann verða ringt at fáa eyga á tað vakra í lívinum hjá høvuðspersónunum. Heldur tvørturímóti. Aftur her kann samanlíknast við "Happiness", ið ikki hevði skuggan av gleði yvir sær, og hetta hóast eitt so gleðiligt heiti sum "Happiness".
"Smukke Mennesker" vísir lívið hjá fýra ymiskum menniskjum. Einari ungari kvinnu, sum hevur mist annað bróstið vegna bróstkrabba. Einum eldri manni sum alment dámar at vísa fyri sær. Einum ungum dreingi, ið selur seg sjálvan til bæði kvinnur og menn, og einari eldri, einsamari og persióneraði einkju, ið ikki minnir so lítið um høvuðspersónin í Lukas Moodysson stuttfilminum "Bara Pråta Lite" frá 1998.
Hóast Mikkel Munch-Fals teknar eina óvanliga dapra mynd av lívinum, sum er litað av einsemi, sjúku og sálarligum trupulleikum, so letur hann hurðina standa opna fyri einum møguligum glotta. Sum eg segði fyrr í ummælinum, so kann tað verða trupult at fáa eyga á vakurleikan, sum filmsheitið leggur upp til, men eg haldi, at vakurleikin liggur í tankanum um , at hesi menniskju, hóast sálarligar trupulleikar og fysisk brek, eru "Smukke Mennesker" júst líka sum øll onnur. JJJJLL
Aðrir danskir filmar, sum vóru aktuellir í 2010:
Applaus JJJJLL
Armadillo JJJJLL
Broderskab JJJJLL
Klovn - The Movie JJJJLL
Submarino JJJJJL
Ingen kommentarer:
Send en kommentar