Leikstjórn: Noah Baumback
í 2005 læt Noah Baumback einki minni enn eina indie-perlu úr hondum við filminum The Squid and the Whale. Tá eg hoyrdi, at hansara nýggi filmur, "Greenberg", hevði Ben Stiller í høvuðsleiklutinum, fór eg at ivast í, um Noah Baumback var farin undir at gera plattar Hollywood skemtifilmar. Eftir at hava sæð "Greenberg" er tó einki longur frá veruleikanum. Gott nokk er "Greenberg" ein skemtifilmur, men als ikki í stil við filmar Ben Stiller annars er kendur fyri, sum t.d. "Dodgeball", "Night at the Museum", "Duplex", "The Heartbreak Kid" og "Tropic Thunder", men kanska heldur eitt sindur meira í stíl við ein indie-skemtifilmar sum "The Royal Tenenbaums" ella kanska Adam Sandler filmin "Reign Over Me".
"Greenberg" er um 40 ára gamla timburmannin, Roger Greenberg, ið, eftir at hava sagt nei takk til eina plátukontrakt sum ungur rokktónleikari og uttan nakrantíð at fáa møguleikan aftur, er vorðin sálarliga veikur. Greenberg kemur til L.A. at halda feriu í húsunum hjá beiggjanum, sum sjálvur er farin uttanlanda, og her hittir hann ungu arbeiðsgentuna Florence....
Sum sagt er hetta ein skemtifilmur, men munurin á hesum og nógvum av hinum amerikonsku skemtifilmunum er, at "Greenberg" faktiskt hevur eina søgu, ið hevur nógv meira uppá hjartað enn gjøgnumsnittið av amerikonskum filmum annars. Her er ikki neyðugt, at okkurt yvirdrivið hendir allatíðina, tí her er tað tann einkla søgan, sum førðir filmin fram, ístaðin fyri ein rúgva av óneyðugum og uppátiknum royndum at verða stuttligur.
Samanumtikið er "Greenberg" ikki ein líka góður filmur sum "The Squid and the Whale", men talan er tó heilt víst um ein góðan film, sum kanska enntá er besti filmurin við einum Ben Stiller høvuðsleikluti til dags dato. JJJJLL
Ingen kommentarer:
Send en kommentar