Powered By Blogger

fredag den 4. marts 2011

Paranormal Activity 2

Paranormal Activity 2


Leikstjórnaður av Tod Williams

Tá Paranormal Activity var gjørdur í 2007 gekk ógvuliga illa at finna nakran at útgeva filmin, helst tí at tað ikki var hildið, at man kundi selja ein film sum var gjørdur fyri lítlan og ongan pening, og sum var settur saman sum ein røð av heimaupptøkum. í 2009 eydnaðist tó at finna eitt filmsfelag at geva filmin út, og bleiv hann marknaðarførdur sum vemmuligasti filmur nakrantíð.

Hendan marknaðarføring riggaði so mikið væl, at filmurin gjørdist eitt stórt "hit," hetta hóast at filmar sum The Blair Witch Project og Cloverfield áður høvdu roynt seg við sermerkta "shaky-cam" stílinum.

Paranormal Activity 2, sum nýliga er útkomin, er ein typiskur "vauv-hatta-riggaði-orduliga-væl-kom-og-ger-ein-tveyara" filmur. Tað sæst týðuliga at filmurin í skundi er smekkaður saman fyri at smíða meðan jarnið er heitt.

Fyrri filmurin riggaði ikki serliga væl, men hesin riggar slett ikki. Søgan er tunn og endurnýtt, og harafturat er filmurin slett ikki spennandi ella ræðandi. Gud viti hvussu trý'arin, sum kemur út seinni í ár, verður.

JLLLLL

Aðrir líkandi filmar:

The Blair Witch Project J J J J L L
Paranormal Activity J J L L L L
Cloverfield J J L L L L

Ingen kommentarer:

Send en kommentar