søndag den 13. marts 2011
Little Fockers
Leikstjórn: Paul Weitz
"Little Fockers" er triði filmurin í røðinum um Greg "Gaylord" Focker. Teir báðir fyrru, "Meet The Parents" og "Meet The Fockers", vóru í roynd og veru ikki annað enn tveir undir miðal góðir skemtifilmar, men teir høvdu, um ikki annað, onkra stuttliga løtu her og har. Hesin er tó turrgeldur fyri alt, sum ger ein film áhugaverdan. Filmurin er snøkt sagt hvørki stuttligur ella áhugaverdur á nakran annan hátt, og søgan er líka tunn sum politikkurin hjá miðflokkinum.
Tað kann verða ringt at skilja, hví framúr góðir sjónleikarar sum Robert De Niro (Taxi Driver) og Dustin Hoffman (Kramer vs. Kramer) velja leggja navn til slíkt innantómt undirhald, men sannleikin er tó, at filmar sum hesin helst geva meir í kassan, enn fleiri innihaldsríkir filmar á høgum listarligum støði tilsamans.
Leikstjórin, Paul Weitz, er í heimavølli, tá tað kemur til filmar sum hendan. Hann hevur í roynd og veru bert gjørt lættisoppa filmar áður, men tó er hann fleiri ferðir komin betur frá uppgávuni enn í hesum førðinum. M.a. tá hann gjørdi tann fyrsta "American Pie" filmin og bretska filmin "About a Boy". JLLLLL
Aðrir filmar sum Paul Weitz hevur leikstjórnað:
American Pie JJJJLL
Down To Earth JLLLLL
About a Boy JJJLLL
In Good Company JJJLLL
American Dreamz JJLLLL
Abonner på:
Kommentarer til indlægget (Atom)
Ingen kommentarer:
Send en kommentar