mandag den 21. marts 2011
Fish Tank
Leikstjórnað av: Andrea Arnold
15-ára gamla Mia livir eitt trongt, keðiligt og einsligt lív saman við mammuni og yngru systrini í einum minni enskum býi. Stemningurin í heiminum er alt annað enn góður, og mammuni dámar betur at ballast og fjasast við mannfólki, enn at taka sær av gentunum. Nýggji sjeikurin hjá mammuni stuðlar Miu í hennara dreymi um at gerast dansarinna, og eitt kvøldið mamman er avdottin, hendir meira enn tað burdi millum tey bæði.
Fish Tank er ein av teimum mest umrøddu bretsku filmunum frá 2010. Hóast hetta, so hevur filmurin ikki klára seg so væl í m.a. USA. Ikki tí, amerikumenn dáma filmar sum hendan. Tað sást m.a. tá indie-filmurin Winter's Bone gjørdist rættuliga kendur síðsta ár og enntá fekk onkra Oscar-tilnevning. Tað eru fleiri líkheitir millum filmar sum Winter's Bone og Fish Tank. Millum annað eru filmarnir báðir um familjur á smærri plássum, sum liva undir trongum korum, og har børnini í stóran mun mugu klára seg sjálvan.
Fish Tank er ein frálíkur filmur, ið eg hjartaliga vil viðmæla øllum við áhuga fyri filmi at síggja. JJJJJL
Abonner på:
Kommentarer til indlægget (Atom)
Ingen kommentarer:
Send en kommentar