Powered By Blogger

torsdag den 7. april 2011

Vika 10 - 2011: Mini-ummælir - 10 filmar

Komandi tíðina fari eg, einaferð um vikuna, at leggja ein lítlan blog út, har eg sigi mína meining um einar fimm til tíggju filmar. Filmarnir, ið eg fari at velja, skulu vera filmar, eg havi sæð í seinastuni, og sum eru rímuliga nýggir. Tað vil siga filmar, ið antin hava verið bio-aktuellir ella útkomnir á dvd tað seinasta árið, ella gott og væl tað. Hesa vikuna havi eg valt fylgjandi tíggju filmar:

Besti filmurin Hesa Vikuna:


Confessions
Japanski spenningsfilmurin "Confessions" er ein tann besti filmurin av sínum slag, sum eg havi sæð í langa tíð. Hann er ótrúliga væl skrivaður, men samstundis er hann eisini ótrúliga væl leiktur, og harafturat ger tað einki, at hann nærum alla tíðina er rættuliga spennandi. Filmurin er um eina lærarinnu hvørs dóttir er dripin av næmingum í hennara skúlaflokki, men ístaðin fyri at lata tingini ganga rættarinnar gongd, so velur hon, at taka tingini í egnar hendur, og herfrá byrjar ein ótrúligur spenningur við nógvum undarligum vinklum, ið sjáldan eru heilt sum man hevði roknað við. "Confessions" kann síggjast á CPH Pix festivalinum í Keypmannahavn seinni í Apríl. JJJJJL  

Restin av filmunum hesa vikuna:


Catfish
Tann sjarmerandi og altíð smílandi Nev Schulman er, ígjøgnum internetið, komin at kenna eina óvanliga evnaríka smágentu, ið bæði málar og spælir tónleik, og hetta velja tveir av hansara vinum at gera ein dokumentarfilm um. So við og við kemur Nev - ígjøgnum Facebook, telefon osv. - tættari at familjuni hjá gentuni, sum øll tykjast at hava listarnig evnir. Við tíðini gerst hann forelskaður í eldru systrini, men sum tíðin gongur virka tingini løgnari og løgnari, inntil tað vísir seg, at fólkini handan facebookprofilarnar, als ikki eru tey, sum tey siga seg at vera. Catfish er ein rættuliga annarleiðis og áhugaverdur dokumentarfilmur um vandarnar við at opna seg fyri menniskjum man ikki kennir á internetinum. JJJJLL
 

Hereafter
"Hereafter", ið er leikstjórnaður av Clint Eastwood, og hevur Matt Damon í høvuðsleiklutinum, má væl vera ein av teimum allar mest undirmettu filmunum í 2010. Í hvørfall tá hugsað verður um, at filmarnir Clint Eastwood leikstjórnar vanliga fáa rættuliga góða móttøku. "Hereafter" hevur tó fingið rættuliga blandaði ummæli, og á filmsheimasíðuni rottentomatoes.com hevur filmurin einans eina "rating" uppá 46% - ein "rating" sum er grundað á eina rúgvu av ummælum frá professionellum ummælarum. Sjálvur haldi eg, at "Hereafter" er ein frálíkur filmur, sum ígjøgnum klarvoyansu teknar eina mynd av, at tað er meira ímillum himmal og jørð, enn man vanliga heldur. Stutt sagt er "Hereafter" ein av teimum frægastu filmunum, ið byggja á júst hetta evnið síðan "The Sixth Sense". JJJJLL


Hobo With A Shotgun
"Hobo With A Shotgun" er ein totalt svakur filmur, ið tey sum ikki fingu nokk av "Machete" nokk fara at elska. Hetta er ein ráður og brutalur b-filmur, sum koyrir við fullari ferð allan vegin ígjøgnum. 80ára action-hetjan, Rutger Hauer, spælir høvuðsleiklutin sum tann tilkomni og heimleysi Hobo, ið er so hamrandi troyttur av at síggja sítt umhvørvið fyllast við kriminaliteti. Ein dagin keypir Hobo eina byrsu og byrjar at skjóta frá hond. Hann skjýtur alfonsar, hann skjýtur pedofilar, hann skjýtur bandalimir osv, og tað er ikki við mýkindum. Ofta verða syndararnir skotnir úr stuttari fjarstøðu og blóðið sprænur í allar ættir. "Hobo With A Shotgun" er heilt víst ikki fyri øll. Man skal tola eitt sindur fyri at hyggja eftir honum. "Hobo With A Shotgun" er ikki heilt so væleydnaður sum "Machete" var tað í fjør, men verður dømt útfrá øðrum nútíðar "grindhouse" filmum, so er hann á einari heilt góðari leið. "Hobo With A Shotgun" kann síggjast á CPH Pix festivalinum í Keypmannahavn seinni í Apríl. JJJLLL

 

Last Night
Hvat hevði tú gjørt, um tú vart giftur við Keiru Knightley, men vart burtur í arbeiðsørindum saman við Evu Mendes, har hon vísti tær áhuga? Fyri mannfólk flest ljóðar hetta kanska heilt ómenniskjaligt? Tó er hetta júst valið Sam Worthington er noyddur at taka. Skal hann vera konu síni trúgvur, ella skal hann fella fyri freistingini og taka av tilboðnum frá arbeiðsfelagnum? Heima, samstundis sum maðurin er burtur í arbeiðsørindum, hittir konan ein fyrrverandi elskara, sum hon velur at fara í býin saman við fyri at hugna sær og tosa um gamlar dagar. Tað er ikki ringt at ímynda sær, hvar spenningurin í hesum filminum liggur. Hvør verður ótrúgvur? Fella bæði fyri freistingini? Annar? Ella er kærleikin teirra millum nóg stórur til, at bæði standa ímóti eini freisting sum hesari? Hetta ljóðar kanska alt sera einfalt, og tað er tað helst eisini, men uppá hina síðuna, so riggar tað. "Last Night" er ein fínur amerikanskur indie-filmur, sum verður at síggja á CPH PIX Festivalinum í Keypmannahavn seinni í Apríl. JJJJLL

 

Let Me In
Eg má viðganga, at eg ikki eri serliga glaður fyri vampyrafilmar. Faktiskt kann eg bara koma í tankar um tveir filmar av hesum slagnum, sum eg veruliga kann siga, at mær dámar væl. Tann fyrri er "Nosferatu - Phamtom Der Nacht" eftir Werner Herzog frá 1979, og tann seinni er svenski filmurin "Lad Den Retta Komma Ind" frá 2008. "Let Me In" er ein amerikansk endurinnspæling av áðurnevnda svenska kultfilmi. Hóast hann ikki er heilt so góður sum tann svenski filmurin, so er "Let Me In" ein yvirraskandi góður filmur, og tá hugsað verður um hvussu ofta tílíkar endurinnspælingar miseydnast, so er hetta ein sólskynssøga í so máta. Faktiskt kann eg ikki koma í tankar um nakra endurinnspæling seinnu árini, sum hevur rigga eins væl og hendan, síðan asiatiski Ringu bleiv Hollywood'iseraður og bleiv til The Ring. JJJJLL

 

Letters To Juliet
Tað eru bara alt ov nógvir filmar, sum eru um ungar amerikanskar gentur, ið fara til Europa at ferðast. Ofta eru tær forlovaðar, men tó finna tær tann einasta eina á ferðini. Og tað er tað sama hvørja fer... Man kann gita nærum alt sum hendir, áðrenn tað hendir, og tað sum hendir er so sentimentalt og býtt, at man fær spýggjandi vaml. "Letters To Juliet" er eitt typiskt dømi uppá, hvussu ein filmur ikki skal gerast. Í hvørfall um filmurin skal gerast við øðrum fyri eyga enn bert pengum. JLLLLL


Never Let Me Go
"Never Let me Go" er um trý børn (Carey Mullingan, Keira Knightley og Andrew Garfield), ið veksa upp á einum kostskúla saman. Ár seinni, tá tey eru vaksin, koma tey saman aftur og finna útav fleiri loynidómum frá barndóminum. "Never Let Me Go" er ein bretskur filmur, sum hevur fingið rættuliga góð ummæli víða um, og onkur filmsbløð hava enntá havt filmin á teirra lista yvir bestu filmar í 2010. Sjálvur helt eg, at filmurin var í so langdrigin og keðiligur, men søgan var áhugaverd og leikararnir spæla væl, so stutt sagt er "Never Let Me Go" ein miðal góður filmur - hvørki meira ella minni. Filmurin kann siggjast á CPH Pix festivalinum í Keypmannahavn seinni i Apríl. JJJLLL

 

Solitary Man
Longu tá filmurin byrjar, og man hoyrir Johnny Cash syngja sangin við sama heitið sum filmurin, hevur man eina kenslu av, at hetta helst ikki verður so galið. Filmar sum hesin eru sjáldan meistaraverk, og tað er "Solitary Man" heldur ikki, men tó er hann uppá nógvar mátar gott undirhald, og ein filmur, ið heilt víst er i frægara endanum innan hetta slagið av filmi seinasta árið. Filmurin er um ein eldri, fráskyldan og konufólkglaðan mann, sum ein dagin endar í songini við dóttrini hjá nýggju damuni, og verður hann harvið útblakaður. Hann heldur fram við at royna at tekkjast ungum og vøkrum gentum, men eisini hetta lívið verður einaferð tómt og einsligt. JJJJLL


 

Tamara Drewe
"Tamara Drewe" er ein sonevndur bretskur romantiskur skemtifilmur, sum í veruleikanum hvørki er serliga stuttligur og ei heldur serliga romantiskur. Hóast hetta er filmurin ein sjarmernandi indiefilmur, ið slett ikki er so heilt galin. Filmurin er um ungu og vøkru Tamaru Drewe, ið flytur út á landið, har menninir gerast vekk í henni. Serliga er tað ein eldri giftur rithøvdundur, ein stakur ungur maður og ein ungur rokktónleikari, ið vísa áhuga, og tað er ikki uttan trupulleikar á einum so lítlum plássi sum hesum. Filmurin fekk góð ummæli, tá hann kom út, men sjálvur haldi eg ikki, at hetta er meira enn ein miðalgóður filmur. JJJLLL

Ingen kommentarer:

Send en kommentar